Føroyingafelagið á Fyn

View Original

Várveitslan 2014


 So er tíðin komin til aftur at hava eina veitslu.

 Tann 22. mars 2014, kl. 16.00 í Norðuratlantshúsinum, hevur Føroyingafelagið á Fyn Várveitslu.

 Vegna ovlítla undirtøku í fjør, er avgerðin tikin um ikki at hava nakra ræstkjøtaveitslu í ár.

 Men ongin skal snýtast fyri eina veitslu, so ístaðin verður ein várveitsla. Henda veitsla gevur føroyingum og føroyavinum á Fyn høvi at hitta aðrar føroyingar. Tilmeldingarfreistin er tann 12. mars 2014.

 Tiltakið kostar kr. 100 fyri limir og kr. 150 fyri øll onnur. Tú kanst melda teg til veitsluna, við at senda ein teldupost til Føroyingafelagið á Fyn á felagid@fyn.fo, umframt at flyta peningin á konto nr. 0828 8105820721. Minst til at viðmerkja navn títt. Tilmeldingin er bindandi.

 Tað verður borðreitt við langtíðar stoktum lambskjøti við øllum góðum, umframt omaná ein góðan drekkamunn við onkrum leskiligum afturvið. Harafturat verður tann altíð bíliga barrin eisini. Tann afturvendandi durasnapsurin verður sjálvandi eisini.

 Ætlanin er at fáa onkran at spæla undir til sang. Tað verður almannakunngjørt so skjótt tað er komi uppá pláss, eins og at príslistin hjá barrini eisini verður lagdur út, tá hann er klárur.

 Tað er ikki loyvt at hava egnar drykkjuvørur við til veitsluna. Tikið verður heldur ikki ímóti gjaldskortum.

 Vegna reglugerð Norðuratlantshússins, verður veitslan tíanverri noydd at enda longu kl. 24.00, tí byrjar hon eisini tað fyrr og fari verður til borðs áleið kl. 17.00-17.30. Men møguleikin er sum altíð, at halda á fram og njóta eina kalda Veðr, Black Sheep ella okkurt heilt triðja á Ryan's.