Føroyingafelagið á Fyn

View Original

Kom og syng

Síðan Norðuratlantshúsið í Odense lat upp og norðuratlantskórið sang, hevur verði snakka um, at endurreisa sangkórið hjá Føroyingafelagnum á Fyn.

 Sunnudagin, tann 23. februar kl. 15.00, áðrenn fari verður at kvøða, er ætlanin um at byrja, at venja sang.

 So um tú hevur ein songfugl goymdan í búkinum, ella bara hevur hug at syngja, so kom oman í Norðuratlantshúsið í Odense sunnudagin, tann 23. februar, tá fari verður undir at venja.

 Um undirtøkan verður nóg góð, blívur kóri ein fastur partur av Føroyingafelagnum, so tak tey, ið tú kennir og sum hava hug at syngja, undir armin og kom oman í Norðuratlantshúsið.

 Vit gleða okkum, at síggja teg. Um áhugi er til tess, fer Miðgarðsormurin uppá gólv aftaná.

 Tiltakið sæst á Facebook HER