Føroyingafelagið á Fyn

View Original

Føstulávintshald 2014

 Sunnudagin, tann 2. mars kl. 15.00, aftaná aðalfund felagsins, verður føstulávintshald í Norðuratlantshúsinum í Odense.

 Ætlanin er at tað skal verða rættuligt føroyskt føstulávintshald, so líkt sum til ber teimum í Føroyum, við tunnusláing fyri bæði børn og vaksin, grýlum, føroyskum dansi og onkrum góðum til matna.

 Eitt luttakaragjald verður, men vegna at tunnur og annað ikki er keypt enn, er tað ikki fastlagt, men tað verður almannakunngjørt skjótast til ber her á heimasíðuni og facebook.

 Vit vóna at síggja bæði smá og stór, ung sum gomul klædd sum grýlur, tí tær best klæddu fáa eina virðisløn.

 Eftir tunnusláing verður møguligt at fáa suppu til matna, umframt at dansifelagið Miðgarðsormurin fer uppá gólv, og øll eru vælkomin at trína uppí ringin.

 Hetta verður eisini tað fyrsta tiltakið, har tann nýliga gjørdi foreldrabólkurin, kemur at hjálpa til.

 Nevndin gleðir seg at síggja tykkum, so komi og stuðli føstulávintshaldinum hjá Føroyingafelagnum á Fyn, soleiðis at tað verður eitt afturvendandi tiltak.

 Tiltakið sæst á Facebook HER