Lýsingartorg

Her hava føroyingar á Fyn høvi at lýsa um ymiskt viðkomandi. Ynskir tú at lýsa við onkrum viðkomandi, kanst tú senda ein teldupost til Føroyingafelagið á Fyn á Denne email adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.. Tað er ókeypis at lýsa við viðkomandi tiltøkum o.ø. á fyn.fo.

2-ára dagur hjá Norðuratlantshúsinum

Tann 9. november eru tað 2 ár síðan, at Norðuratlantshúsið í Odense bleiv tikið í nýtslu, og tað verður hátíðarhildið í húsinum. Meira kann lesast HER

Øssur Mohr í Norðuratlantshúsinum

Tann 12. november letur framsýning upp við føroyska listamálaranum, Øssur Mohr, í Norðuratlantshúsinum í Odense. Meira fæst at vita HER

Norðuratlantiskur jólamarknaður

Leygardagin, tann 28. november kl. 10-17, og sunnudagin, tann 29. november kl. 10-16, verður eins og í fjør, norðuratlantiskur jólamarknaður í Norðuratlantshúsinum í Odense. Øll eru vælkomin.

Innandurafótbóltur

Sparka verður innandura hvørt hóskvøld frá kl. 19:30 til kl. 21:00 á Fodboldfabrikken, Østersøgade 8, 5000 Odense C. Tað kostar kr. 60,- per leikara per kvøld, og henda upphædd skal gjaldast áðrenn kick-off í barrini á Fodboldfabrikkin, har tikið verður ímóti gjaldskorti.

Innanduraárið byrjar hóskvøldið tann 14. november, 2013. Hóskvøldið tann 27. mars, 2014 er síðsta ferðin hesa sæsongina. Síðsta ferðin áðrenn jól er hóskvøldið 19. desember, 2013, og vit byrja aftur hóskvøldið tann 16. januar, 2014.

Meira fæst at vita á facebook bólkinum Fótbóltur í Odense

Føroyskur kristiligur fundur í Odense

Týsdagin 12. november kl. 19 koma Svein Petersen og onnur at luttaka á fundi í Odense.
Fundarstaðið er á Vesterbro 9 B.

Húsini liggja inni í einum garði, og tú skalt gjøgnum smala portrið millum Parykhuset og Pizzaria Italiano.
Drekkamuður verður aftaná.

Sigið øðrum frá um fundin, og at tey altíð kunnu ringja til mín um hetta og onnur kristilig tiltøk í Odense.

Árni Helmsdal 30251373

Føroyar: frá útjaðara til miðdepil

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, hevur framløgu um fólkatingsarbeiði, har hann fer at greiða frá ymsum, líka frá ES til vantandi áhugan fyri Føroyum millum danir.

Eftir framløguna verður møguleiki fyri kjaki og at seta spurningar til fólkatingsmannin.

Tiltakið er í Norðuratlantshúsinum og byrja kl. 19. Meira sæst HER

Veitsla hjá Sleipnir

Róðrarfelagið Sleipnir hevur veitslu tann 29. november. Meira fæst at vita HER

Jólamarknaður í Norðuratlantshúsinum

Leygardagin tann 30. november frá kl. 11.00 til kl. 17.00, verður jólamarknaður í Norðuratlantshúsinum, har ymsir básar eru stillaðir upp og selt verður jólaprýði og annað gott frá oyggjunum í norðuratlantshavi. Tá er eitt gott høvi fyri at keypa eina áhugaverda jólagávu.

Grønlendsk jólakonsert við Rasmus Lyberth

Hóskvøldið, tann 12. desember kl. 19.30, hevur grønlendski vísu sangarin, Rasmus Lyberth, og bólkur hansara, jólakonsert í Norðuratlantshúsinum. Kostnaðurin fyri atgongumerki er 185 kr. og kunnu keypast í handlinum í Norðuratlantshúsinum. Meira fæst at vita HER

Nordisk 2014

Tann 29. januar kemur føroyski bólkurin Byrta til Odense. Tey fara at framføra við trimum øðrum norðurlendskum bólkum á Posten. Meira fæst at vita HER Umframt er tiltakið á facebook HER

Teitur á Kulturmaskinen

Tann 21. februar kl. 21.00, fer Teitur á pallin á Kulturmaskinen í Odense. Dyrnar lata upp kl. 20.00. Meira kann lesast HER

Føroyingar hittast á Ryan's

Tann 28. februar kl. 20.00 hittast føroyingar á tí írsku pubbini í Odense, Ryan's. Facebook tiltaki sæst HER

Listaframsýning í Fredericia

9. mars kl. 10.00 verður listaframsýning við føroysku listakvinnuni, Hildigunn Tausen, í Lyng Kirke, Højmosevej 3 -5 , 7000 Fredericia.

Tað byrjar við gudstænastu, har føroyska sangarinnan, Gunnhild Andreasen fer at syngja nakrar sangir. Aftaná gudstænastuna sigur Hildigunn nøkur orð um framsýningina, og kaffi og kaka fáast.

Føroyskur málmur í Odense

Fríggjakvøldið, tann 14. mars kl. 21.00 á Kansas City, verður møguligt at legg oyru til góðan málm av slagnum stoner/sludge rock við Odenseanska THE NOM, eitt sindur av folk rock/metal við føroysk/dansk/íslendsku NORÐ og sjálvandi føroysku episku málms sjóranarnir Sails Of Deceit.

Sleipnir Regatta Odense

Leygardagin, 17. mai 2014 kl. 14.00, skipar Róðrarfelagið Sleipnir fyri árligu regatta í Odense. Meira fæst at vita HER

Føroysk framsýning og konsert

4. juni kl. 15.30 letur framsýning hjá Inga Sørensen upp í Norðuratlantshúsinum í Odense, og kann síggjast fram til 18. august. Í samband við framsýningina, verður Ingi tilstaðar, umframt at Kvonn við m.a. Kristian og Michael Blak fer at framføra. Tiltaki er frítt.

Kristiligur sangfundur

Týskvøldið 25. november klokkan 19.30, verður kristiligur sangfundur í hølunum á 2. sali í Norðuratlantshúsinum, Nordatlantisk Promenade 1, 5000 Odense C.
Svein í Prestgarði, Virgar Kjærbo og Jens Bech luttaka.
Øll eru vælkomin, aftaná verður drekkamunnur.
Tú kann fáa nærri at vita hjá Árna Helmsdal tlf. 30 25 13 73

Føroysk konsert í Norðuratlantshúsinum

Sunnudagin, tann 8. februar, kl. 16.00 verður matiné við føroyska jazz bólkinum, ALDA MAGNA. Meira sæst HER og facebook tiltakið finst HER

Nordisk 2015

Fríggjadagin, tann 13. februar, kl. 20.00 verður tann árliga konsertferðin, Nordisk, aftur á 'Posten' í Odense. Hesa ferð eru Føroyar umboðar av bólkinum, Hulda. Meira sæst um tiltakið HER

Tóroddur Poulsen í Norðuratlantshúsinum

Tann 11. mars kl. 19.30 kann tann føroyski rithøvundurin og listamaðurin, Tóroddur Poulsen, upplivast í Norðuratlantshúsinum í Odense. Meira kann lesast HER

INNLIT við kórinum Mpiri

Kom í Norðuratlantshúsið í Odense 22. mars kl. 16.00 til enn eina fría sunnudags matiné. Hesaferð er tað føroysk/íslendska kórið, Mpiri, í kemur at framføra. Meira er at frætta HER

Teitur á Studenterhuset

24. apríl kemur Teitur Lassen at framføra á 'Studenterhuset' í Odense. Tað verður kl. 21.00 og meira fæst at vita um hetta komandi fríggjakvøld í apríl HER, umframt á facebook HER og atgongumerki fást HER

Eivør og Ginman

Leygardagin, tann 9 mai, kl. 21.00 verður konsert við Eivør og Ginman á 'Posten'. Meira sæst HER

Norðuratlantiskir filmsdagar

Í samstarv við Odense Altjóða Filmfestival OFF, skipar Norðuratlantshúsið fyri Norðuratlantiskum filmsdøgum 24.-26. august, har 1 filmur frá hvørjum landi verður vístur. Tiltakið er ókeypis. Meira fæst at vita HER og á facebook HER

Skeljadjórfestivalur

Matstovan í Norðuratlantshúsinum, 'Restaurant Nordatlanten' skipar fyri skeljadjóra festivali á Byens Ø í Odense, uttanfyri Norðuratlantshúsið, í døgunum 28.-30. august. Meira sæst HER og á facebook HER

Mikkalina Glas & Stanley Samuelsen í Svendborg

ARTsFÆLLER í Skattergade 14 í Svendborg skipar fyri Færødag tann 29. august kl. 12.30, tá framsýningin við glaslist hjá Mikkalina Nordberg letur upp og Stanley Samuelsen kemur at spæla, umframt annað gott. Meira sæst HER og á facebook HER

Stanley Samuelsen í Norðuratlantshúsinum

Sunnudagin, tann 30. august kl. 16.00, skipar Norðuratlantshúsið í Odense fyri ókeypis konsert við Stanley Samuelsen. Meira sæst á heimasíðuni hjá Norðuratlantshúsinum HER og á facebook HER

Stuðlar hjá Føroyingafelagnum á Fyn