Dansifelagið Miðgarðsormurin

Sambært Norrøna gudalæru, so drap Tórur Miðgarðsormin, áðrenn hann sjálvur fall, tá Ragnarok herjaði. Men nú hevur Føroyingafelagið á Fyn kveikt lív aftur í ormin.

Miðgarðsormurin er dansifelagið hjá Føroyingafelagnum á Fyn.

Tað verður komið saman aðruhvørja viku, har tað verður kvøðið tey kvæði, ið er blivin lisin uppá heimanífrá til kvøldið.

Tað, ið skal kvøðast, verður avtalað eitt dansikvøld frammanundan, og síðan lagt út á heimasíðuna, ella facebook bólkin hjá Miðgarðsorminum.

Facebook bólkurin hjá Miðgarðsorminum sæst HER

Miðgarðsormurin hevur eisini eina Facebook síðu, ið øll kunnu fara inn og dáma. Hon sæst HER

Kvæði

Brestirskvæði

Brúsajøkilskvæði

Burtur á heiði/Veturin kom við kulda og kava

Flóvin Bænadiktsson

Føroyingar, sum her nú koma saman

Gentukæti

Grindavísan

Gudbrandskvæði

Harra Pætur og Elinborg

Í Dans

Í Gøtu ein dag

Jákup á Møn

Jákupsa Skegg Niðurlagið, ið verður brúkt, er “Fram við Líðará”

Mallebro

Ólavur Riddararós

Sinklars Vísa

So vakrar moyggjar

Stolt Signhild

Vælkomnir Føroyingar

 

Stuðlar hjá Føroyingafelagnum á Fyn