INFO-kvøld fyri føroyingar

Nú lestrarárið er byrjað, og tað veruliga lestrarlívið er við at taka skap í dagligdegnum, eru møguliga onkrir praktiskir spurningar, ið enn ikki eru svaraðir. Hetta fært tú møguleika fyri, tann 12. oktober 2017 kl.19.00.

Føroyingafelagið á Fyn skipar fyri einum kunningarkvøldi í Norðuratlantshúsinum í Odense, har Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark, Meginfelag Føroyskra Studenta og BankNordik Odense koma at greiða frá, hvat tey hava at bjóða og kunnu hjálpa við, umframt at svara uppá tykkara spurningar.

So kom oman í Norðuratlantshúsið, hóskvøldið tann 12. oktober kl.19.00, og fá meira at vita um tey praktisku tingini, so sum hernaðarskyldu, føroyafrádrátt, bankaviðurskifti o.a. avbjóðingar lestrarlívið hevur.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.