Flaggdagshald og døgurði

Aftur í ár skipar Føroyingafelagið á Fyn fyri Flaggdagshaldi í Norðuratlantshúsinum í Odense. Aftaná verður (mánadags)døgurði serveraður fyri teimum, ið eru tilmeldað. Tilmeldingarfreist er 22. apríl.

 Flaggdagshaldið, ið er ókeypis, byrjar við at Merkið verður vundið á stong uttanfyri Norðuratlantshúsið kl. 17.00, meðan flaggsangurin, "Sjá, tú blánar" verður sungin. Síðan heldur Kaj Joensen flaggrøðu í hølum felagsins á 2. hædd.

 Føroyingafelagið á Fyn, ið hevur skipað fyri mánadagsdøgurða eina ferð um mánaðin, borðreiður í hesum sambandi við kalva og tilhoyri.

 Omaná verður kaffi og okkurt afturvið.

 Tað er avmarkað nøgd, so tit verða biðin um at melda til í seinasta lagið 22. apríl. Hetta verður gjørt, við at senda teldupost til Føroyingafelagið á Fyn á Denne email adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.. Goldið verður við dyrnar.

 Døgurði við omaná kostar 50,- fyri limir, og 75,- fyri ikki limir, 30,- fyri børn undir 12 ár.

 So komið oman í Norðuratlantshúsið týsdagin, tann 25. apríl 2017, og heiðra Merkið og fáið ein góðan bita aftaná saman við góðum selskapi.

Stuðlar hjá Føroyingafelagnum á Fyn