Kunnandi fundur um rógving

So nærkast tíðin aftur, til at róðrarbáturin Sleipnir aftur kann flotast, og høvi verður fyri at rógva á Odensekanal.

 Leygarkvøldið, tann 11. februar kl. 18.30, verður kunnandi fundur fyri áhugaðar rógvarar. Aftaná er pub-quiz fyri øll, ið hava hug at luttaka.

 Á fundinum verður møguligt, at fáa meira at vita um Róðrarfelagið Sleipnir og rógvingina í Odense, eins og at møguligar bátsmanningar kunnu gerast.

 Men liggur ikki fyri, at koma við á fundin, ber til at senda ein teldupost til Denne email adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den., um ein hevur spurningar um rógvingina.

 Roknast kann við, at fundurin varðar ein hálvan tíma, og aftaná verður ársins fyrsta Pub-Quiz á skránni. Hetta er eitt gott høvi, at koma burtur frá lesnaðinum og øðrum, ið kann verða streingjandi, og ístaðin njóta eina hugnaliga løtu, saman við kendum og ókendum fólki.

 So takið tey nærmastu í hondina og kom upp á 2. hædd í Norðuratlantshúsinum í Odense, og roynið tykkum í almennari vitan, vinningar verða til tey bestu í hvørjum umfari. Tað verður eisini møguligt, at keypa kaffi, te, øl, sodavatn o.a. frá barr felagsins.

 Tað er ikki loyvt at hava egnar drykkjuvørur við til tiltakið. Tikið verður heldur ikki ímóti gjaldskortum. Men Mobile-Pay verður møguligt.

 Øll eru hjartaliga vælkomin, føroyingar og føroyavinir.

 Møguleiki verður eisini fyri, at spurningarnir verða lisnir upp á donskum, so at skilja føroyskt er ikki eitt krav.

Stuðlar hjá Føroyingafelagnum á Fyn